USA sett tiltøk í verk móti iranska tjóðbankanum

USA sett tiltøk í verk móti iranska tjóðbankanum
Trump í dag hevur ikki fleiri upplýsingar um tiltøkini, annað enn, at talan er um harðastu tiltøk, sum nakrantíð eru sett í verk ímóti einum landi
 
20.09.2019 - 17:47

Spenta støðan millum USA og Iran stendur við og versnar. Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði á tíðindafundi í dag frá, at USA hevur sett í verk tiltøk ímóti iranska tjóðbankanum.

Hetta hendir slaka viku eftir atsóknina móti tveimum oljureinsi-verkum í Saudiarabia. USA og Saudiarabia leggja Iran undir at hava skipað atsóknina.

Oljuídnaðurin skakaður

Trump í dag hevur ikki fleiri upplýsingar um tiltøkini, annað enn, at talan er um harðastu tiltøk, sum nakrantíð eru sett í verk ímóti einum landi, skrivar tíðindastovan, AFP. 

Spurdur, um talan er um hernaðarliga atsókn móti Iran, svaraði Trump, at USA er altíð tilreiðar, og at hernaðarligar handlingar altíð eru ein møguleiki.

Iran sýtir fyri at hava nakað við atsóknina 14. september at gera. Álopini skakaðu allan oljuídnaðin í heiminum. Tað skrivar AFP-tíðindastovan.

Iran stuðlaði álopi

Á tíðindafundi mikudagin segði talsmaðurin fyri saudiarabiska verjumálaráðið, Turki al-Maliki, at Iran og iranski herurin skipaðu atsóknina. 

– Álopini komu norðaneftir og uttan iva við stuðli úr Iran. Prógvini hava tit frammanfyri tykkum, segði Maliki við Al Jazzera, og peikaði á vraklutir frá rakettum, sum sambært Saudiarabia prógva, at Iran var við í atsóknini seinasta leygardag.

Sagt verður, at tilsamans 18 dronur og sjey krússara-raketir vórðu brúktar í atsóknini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928