Lis Mortensen fekk miðlaheiðurslønina

Lis Mortensen fekk miðlaheiðurslønina
Náttúrulandafrøðingurin Lis Mortensen dugir serliga væl at miðla vísind á høgum stigi til ein breiðan skara
20.09.2019 - 20:05

Í sambandi við árligu Vísindavøkuna fekk Lis Mortensen handað Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins.

Lis Mortensen fær heiðurin, tí hon, sambært dómsnevndini, á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina, sum eru:

• miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara

• íkast til at økja fatanina av gransking í samfelagnum

• fangandi og kjakkveikjandi miðling

Lis Mortensen er náttúrulandafrøðingur og hevur starvast á Jarðfeingi, áður Jarðfrøðisavninum, síðani 1990, frá 1994 í føstum starvi. Hon hevur í sínum arbeiði verið sera virkin og áhaldandi í miðling av gransking til almenning, bæði av egnari gransking og av gransking sum heild.

Í innslagnum verður sagt, at Lis Mortensen er náttúrujarðfrøðingur. Tað er ikki rætt. Lis Mortensen er náttúrulandafrøðingur. Haldið okkum til góðar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162