Sama kravið um pengar at standa ímóti við

Sama kravið um pengar at standa ímóti við
Krøvini til peningastovnarnar í danska ríkinum eru tey somu nú í triðja ársfjórðingi sum tey vóru í øðrum ársfjórðingi
Kravið um pengar er tað sama
 
22.09.2019 - 12:22

Danski vinnumálaráðharrin hevur ásett kontrasyklisku buffarasatsirnar, sum krøvini verða nevnd, fyri triðja ársfjórðing.

Teir eru 1,5 prosent fyri peningarstovnar í Danmark og null prosent fyri pengingastovnar í Grønlandi og í Føroyum.

Kontrasykliski buffarasatsurin er kravið um, hvussu nógvar pengar, peningastovnar skulu hava at standa ímótí við. Krøvini verða ásett eftir, hvussu fíggjarliga menningin er.

Hvør ársfjórðingur

Vinnumálaráðharrin ásetur kontrasykliskar buffarasatsir fyri hvønn ársfjóðing. Krøvini komu eftir fíggjarkreppuna í 2008. Tey eru eitt av nógvum tiltøkum, sum skulu gera fíggjargeiran sterkari.

Endamálið við kontrasykliska buffarasatsinum er at minka realfíggjarligu afturgongdina, sum kemur, tá óvanliga herd krøv um kreditt verða sett húsarhaldum og fyritøkum, tí fíggjargeirin er illa sperdur.

Buffarin skal byggjast upp í góðum tíðum og brúkast, tá illa gongst, so peningastovnar framvegis kunnu veita hóskandi kreditt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968