Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: Back to Black, Amy Winehouse, 2006
16-01-2022
Eitt tað mest selda albumið í 21. øld. Vit hoyra løg frá hesum seinna verki, sum Winehouse gjørdi í síni livitíð. Og hennara lívssøga verður søgd.

Í sendingini er nógv tala og átta sangir. Amy Winehouse livdi hart og doyði ung, tað merkir søgupartin, meðani eitt miseydnað kærleikssamband er felagsnevnarin fyri nógv av løgunum.

Kendastu sangirnir eru 'Rehab', 'Back to Black', og 'You Know I'm No Good'.

Plátubarrin 15. januar 2022

 ...

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátt
Ace of Base er triðstørsta navnið í svensku tónleikasøguni. Talan er um ein dub-reggae stíl, sum altjóða poppmarknaðurin í nítiárinum tók sera væl ímóti.
01-02-2025
Tað sjeynda og eisini mest selda albumið hjá Whitesnake. Talan er um tað seinna við John Sykes, sála, á gittarinum. Sera kend løg eru 'Is This Love' og 'Here We Go Again '87.
25-01-2025
Relax, Two Tribes, The Power of Love, eru kendastu løgini frá hesum fyrra Frankie heildarverkinum. Hettar er ein longd netútgáva av táttinum, ið sendur varð í Plátubarrini.
18-01-2025
Á 'Glass Houses' er fyrsta plettskotið hjá Billy Joel í USA, nevniliga 'It's Still Rock and Roll to Me'. Albumið rakk somu hæddum og er ein tann mest selda Billy Joel útgávan.
11-01-2025
Tema er frumplátan hjá norska a-ha; 'Hunting High and Low'. Hon hevur tvey stórhitt, ið vórðu givin út á singleplátu, nevniliga 'Take On Me' og 'The 'Sun Always Shines On Tv'.
04-01-2025
Hans Hjalte Skaale syngur og spælir, Árni Jakobsen yrkti. Vísan varð send í Plátubarrini gamlaárskvøld 2024.
01-01-2025
Frumútgávan frá '84, 'Saman við Tær'. Hon er bæði protestvísur og veitslusangur - alt í senn. Vit skála við Hundinum brúna, samstundis sum hann er ímyndin av teimum fátæku.
31-12-2024
'For a Few Dollars More' og 'Mexican Girl' eru tvey av løgunum á hesi vælumtóktu plátu eftir Smokie. Talan var um endan á samstarvinum við Mike Chapman og Nicky Chinn.
27-12-2024
Talan er um størsta Metallica rokkvarðan, ið vanliga verður kallaður 'svarta albumið'. 'Enter Sandman' og 'Nothing Else Matters' eru kendastu løgini. Øll 12 løgini eru við.
27-12-2024
Innspælingar av gomlum jólaløgum sum 'Let it Snow! og 'Merry Xmas Everybody', men eisini nýskrivaðir sangir sum 'Bad Sharon', 'Can't Stop Christmas', og 'Time for Change'.
21-12-2024
Prince var tað størsta popp-navnið í 1984; júst tað árið var ongin yvir honum. 'When Doves Cry', 'Let's Go Crazy', og 'Purple Rain' herjaðu heimsins popptindar í '84 og '85.
14-12-2024
Tann fimta heildarútgávan hjá Foreigner við løgum sum 'I Want To Know What Love Is' og 'That Was Yesterday'. Talan er um einasta album-plettskot bólksins í Bretlandi.
07-12-2024