Plátubarrin

MINIBARRIN: 'For Fuld Musik 22' frá 1988
01-09-2022
Hetta er tann tólvta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.

Í hesi Minibarr eru løg við Europe, Yazz, Bobby McFerrin, TV-2, Fate, Desireless, Womack & Womack, Erasure, Duran Duran, Brother Beyond, Roachford, Robbie Nevil, og Sinittu.

Minibarrin 1. september 2022

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátt
Ace of Base er triðstørsta navnið í svensku tónleikasøguni. Talan er um ein dub-reggae stíl, sum altjóða poppmarknaðurin í nítiárinum tók sera væl ímóti.
01-02-2025
Tað sjeynda og eisini mest selda albumið hjá Whitesnake. Talan er um tað seinna við John Sykes, sála, á gittarinum. Sera kend løg eru 'Is This Love' og 'Here We Go Again '87.
25-01-2025
Relax, Two Tribes, The Power of Love, eru kendastu løgini frá hesum fyrra Frankie heildarverkinum. Hettar er ein longd netútgáva av táttinum, ið sendur varð í Plátubarrini.
18-01-2025
Á 'Glass Houses' er fyrsta plettskotið hjá Billy Joel í USA, nevniliga 'It's Still Rock and Roll to Me'. Albumið rakk somu hæddum og er ein tann mest selda Billy Joel útgávan.
11-01-2025
Tema er frumplátan hjá norska a-ha; 'Hunting High and Low'. Hon hevur tvey stórhitt, ið vórðu givin út á singleplátu, nevniliga 'Take On Me' og 'The 'Sun Always Shines On Tv'.
04-01-2025
Hans Hjalte Skaale syngur og spælir, Árni Jakobsen yrkti. Vísan varð send í Plátubarrini gamlaárskvøld 2024.
01-01-2025
Frumútgávan frá '84, 'Saman við Tær'. Hon er bæði protestvísur og veitslusangur - alt í senn. Vit skála við Hundinum brúna, samstundis sum hann er ímyndin av teimum fátæku.
31-12-2024
'For a Few Dollars More' og 'Mexican Girl' eru tvey av løgunum á hesi vælumtóktu plátu eftir Smokie. Talan var um endan á samstarvinum við Mike Chapman og Nicky Chinn.
27-12-2024
Talan er um størsta Metallica rokkvarðan, ið vanliga verður kallaður 'svarta albumið'. 'Enter Sandman' og 'Nothing Else Matters' eru kendastu løgini. Øll 12 løgini eru við.
27-12-2024
Innspælingar av gomlum jólaløgum sum 'Let it Snow! og 'Merry Xmas Everybody', men eisini nýskrivaðir sangir sum 'Bad Sharon', 'Can't Stop Christmas', og 'Time for Change'.
21-12-2024
Prince var tað størsta popp-navnið í 1984; júst tað árið var ongin yvir honum. 'When Doves Cry', 'Let's Go Crazy', og 'Purple Rain' herjaðu heimsins popptindar í '84 og '85.
14-12-2024
Tann fimta heildarútgávan hjá Foreigner við løgum sum 'I Want To Know What Love Is' og 'That Was Yesterday'. Talan er um einasta album-plettskot bólksins í Bretlandi.
07-12-2024