Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: Let's Dance, David Bowie, 1983
10-12-2022
Mest selda Bowie albumið. Heitislagið var eisini eitt tað mest spælda lagið av øllum í fýrsunum. Onnur kend løg á útgávuni eru: 'China Girl', 'Modern Love', og 'Cat People'.

New Wave og Post Disco kalla tey handan stílin. Við Let's Dance fekk David Bowie eitt nýtt og ungt publikum. Sjálvur segði hann seg ikki kenna tey og heldur ikki vita, hvat tey vildu honum. Tey høvdu neyvan nógvar Velvet Underground plátur í savninum, legði hann afturat. Av somu orsæk royndi hann við tveimum teimum næstu útgávunum at leggja sjógv ímillum seg og nýggju lurtararnar, serliga diskofólkið.

Fleiri hava skrivað, at hóast Bowie og plátufelagið vóru samd um hittlistafokuseringina við Let's Dance, so helt hann tað innibera okkurt ófrættakent at vera hittlistassangari. Seinni í 80'unum setti hann sær so fyri at enduruppfinna sín listaliga stíl. Heilt síðan fyrstu pláturnar hevur David Bowie verið øðrvísi og oftast eitt alternativ til dagsins mainstream....og tá hevur hann kanska hugsað, at hann ikki mátti missa tað listaliga aspektið, sum karrieran hevði bygt á síðan trýssini.


Plátubarrin 10. desembur 2022

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Talan er um næstmest keypta albumið hjá Def Leppard, sum nú er 40 ár. MTV sjónvarpsrásin var longu byrjað at senda Def Leppard og vaks um hetta í samband við 'Pyromania'.
21-01-2023
Útgávan verður mangan nevnd diskoplátan hjá Abba. Kend hitt eru: 'Does Your Mother Know', 'I Have a Dream', 'Chiquitita', 'Voulez-Vous', og 'If It Wasn't For The Night'.
15-01-2023
Tann seinasta í eini røð við Whitesnake-útgávum, sum stór undirtøka var fyri. Størstu samtíðarhittini vóru: 'Fool For Your Loving '89' og 'The Deeper the Love'.
07-01-2023
Øll 12 løgini. Talan er um samrøðusending, her Steintór greiðir frá løgunum og hugleiðir um evni, ið geva honum íblástur. 'Góð góð góð' og 'Títt smíl' eru tvey nógv spæld løg.
31-12-2022
Eyðbjørn av Kamarinum greiðir frá lívi sínum við atliti til tónleikabólkin, 'Tey av Kamarinum', har hann var við øll árini. Í sendingini verða løg spæld frá 1959 til 2005.
31-12-2022
'Sunshine Reggae', 'Bakerman', 'Maybe I'm Crazy', 'High Society Girl', 'White Horse', 'One Life', 'Elevevator Boy', og eykalagið, 'Cocaine Cool'.
26-12-2022
Partvíst minnissending um Oliviu Newton-John, sum doyði í 2022. Vit hoyra hana einsamalla og saman við John Travolta, eins og 'Sha-na-na' spælir fleiri løg í sendingi
26-12-2022
Tað mest selda albumið hjá The Boss, ið var plettskot í níggju londum. Umframt heitislagið eru 'Dancing in the Dark', 'Cover Me', 'I'm Going Down', og 'I'm On Fire' kend løg.
17-12-2022
Mest selda Bowie albumið. Heitislagið var eisini eitt tað mest spælda lagið av øllum í fýrsunum. Onnur kend løg á útgávuni eru: 'China Girl', 'Modern Love', og 'Cat People'.
10-12-2022
'Í nátt falla flykrur' er heitið. Rani Nolsøe skrivaði lagið til hesa yrking hjá Sólrun Michelsen, skaldi. Rani Nolsøe og Ingibjørg Hansen syngja. Plátubarrin 3. desembur 2022
05-12-2022
Christine McVie doyði tann 30. novembur 2022. Hon var tangentspælarin í enskt-amerikanska bólkinum, Fleetwood Mac, ið eisini sang og skrivaði fleiri av kendastu løgunum.
03-12-2022
Tann mest selda útgávan, sum danir ella norðmenn hava gjørt. Á hesum frumalbum hjá Aqua eru trý bretsk plettskot. Stílurin er 'eurodance' og størsta hittið var 'Barbie Girl'.
03-12-2022