Topp 15: Mest lisnu greinar á Röddini

Topp 15: Mest lisnu greinar á Röddini
Summi halda, at nostalgiin líkist alt ov nógv Buzzfeed, meðan onnur halda hana vera feita. Nostalgiska ella bara afturlítandi greinin 'Hesi 10 tingini minnast øll 90'ara børn' var í mest lisnað greinin á Röddini í 2015
06.01.2016 - 20:45

1. Hesi 10 tingini minnast øll føroysk 90'ara børn

Summi hildu tað vera tað reina clickbait, meðan onnur hildu tað vera stuttligt at flenna at tingum, sum vóru uppi at venda í 90'unum og 00'unum. Minnist tú m.a. Likkulikkuleiu, jolly.fo og 21 bandan? Um ikki, so kanst tú líka uppfríska minnið við mest lisnu greinini á Röddini í 2015. 

 

2. - Ætlaði at gera av við meg

Persónssøgur hava verið sera væl umtóktar á Röddini. Happing, rasisma og kynslig misnýtsla fylla nógv í lívinum hjá ungum fólki - somikið nógv, at Fía Ellingsgaard sá ongan annan møguleika enn sjálvmorð.

 

3. - Kenni meg ofta einsamalla við sjúkuni

Sjáldsama, kroniska sjúkan, Essentiel Tremor, gongur út yvir hendur, rødd og rørslur hjá Kristu Heiðriksdóttir.

 

4. - Hetta er nakað, vit kundu sloppið undan, um eg fekk røttu hjálpina

Tað stóð um lív og deyð hjá lítla nýføðinginum orsakað av manglandi játtan til føðistovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi. 

 

5. - Vit skilja væl, hví fólk flenna, vit flenna eisini sjálvar

Blondinur, polterabend, skál og ein rakett. Tað kann bara enda galið... men tað er stuttligt og sera væl umtókt.

 

Sum heild hava persónssøgur verið sera væl umtóktar, men kjak, meiningar, heilsuráð og myndarøðir hava eisini verið sera væl umtóktar á Röddini í 2015. 

 

Hygg at restini av listanum niðanfyri

 

6. - Havi lært at liva við tí

 

7. Soleiðis sovnar tú skjótari

 

8. Hví eru busssetur so ljót?

 

9. Lív verður blást aftur í Røntguna í kvøld

 

10. Röddin spyr: Hvat er tín meining um Ask.fm? 

 

11. - Eg havi virðir, sum fólk hava trupult við at skilja

 

12. Eyðstein Zachariasen: Um nøkur ár verður loyvt at hava tvær konur

 

13. Kópakonan nú sum stuttfilmur

 

14. Röddin spyr: Skal frí fosturtøka verða loyvd í Føroyum?

 

15. Stílurin: Bára Eyðunsdóttir Thorsvig

 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.