Grindin

Grindin
06-10-2016

Mentanarsendingin "Grindin" er aftur á skránni triðju hvørja viku í vetur.

Í sendingini hitta vit fløguaktuellu Heiðrik á Heygum og Guðrið Hansdóttir. Heiðrikur tekur okkum við á eina jaliga jarðarferð og Guðrið greiðir frá tónleikinum á nýggju fløguni.

Í sendingini hyggja vit eisini at bókmentarákinum, har høvundar skriva út frá egnum upplivingum, eins og nýggja stuttsøgusavnið eftir Katrin Ottarsdóttir verður ummælt.

Harafturat tosa vit við listamannin Jóhan Martin Christiansen um hansara spennandi framsýning í Listaskálanum.

Lagt til rættis: Solby Christiansdóttir, Sissal Kampmann og Ivan Hentze Niclasen.

Grindin

Mentanarsendingin Grindin var send í sjónvarpinum 2014 - 2017

Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Innihaldsliga fevnir sendingin breitt, t.d.innan økini bókmentir, filmar, málningalist, arkitektur, ummæli.

10-03-2016
Í sendingini frætta vit millum annað um eina heilt serstaka filmsverkætlan, ið snýr seg um at miðla gransking
28-01-2016
Hesa ferð er sendingin um føroyskar stuttfilmar burturav
17-12-2015
Eyðun Eliasen, Heidi Poulsen og Rúni Abrahamsen ummæla nýggja bygningin hjá Bank Nordik
22-10-2015