- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ymisk lív
James Olsen er tónleikari og entertainari, og drívmegin í hansara gerandisdegi er at sleppa at spæla tónleik.
Hann er kendur í náttarlívinum í Føroyum sum ein festligur undirhaldari og stendur næstan hvørt vikuskifti á palli við bólkinum Showmen. Men við sær í skjáttuni hevur James eisini tungar upplivingar og nógvar ósvaraðar spurningar.
Bergur Debes Joensen er prestur í Vesturkirkjuni í Havn. Hann hevur frá barni av vitað, at hansara lutur her á jørð fyrst og fremst er at tæna Gudi. Hetta kall hevur verið reyði tráðurin í lívinum, og umframt prestastarvið er Bergur sera virkin í missiónsarbeiði.
Bergur er giftur og eigur trý børn, og hóast familjan livir eitt vanligt lív, so setur trúgvin altíð sín serliga dám á gerandisdagin hjá familjuni.
Sending frá 2007. Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba gjørdu sendingina.

Ymisk lív
Føroysk sendirøð gjørd í 2005-2007. Ymisk lív varpar ljós á, hvussu ymiskir vit føroyingar eru.
Lagt til rættis: Barbara Samuelsen. Fotografur: Hans Petur Hansen. Klipt: Thomas Koba.






