Í myndum: Fyrsti dagur bjóðaði upp á smasj og spurtir

bannari
Í myndum: Fyrsti dagur bjóðaði upp á smasj og spurtir
Fyrsti kappingardagurin á oyggjaleikunum bjóðaði upp á hørð smasj og skjótar spurtir undir sólinií Kirkwall
Smíl og bláur himmar. Tað hevur verið yvirskriftin á Orknoyggjum higartil. Nú harðnar kappingin og medaljur eru upp á spæl
Mynd: Dánial Olsen  
 
13.07.2025 - 22:52

Føroyska badmintonliðið  lat ongan iva verða um, at tey ætla sær at endurvinna gullið í liðkappingini.

Ynys Môn, Caymanoyggjarnar og Guernsey bjóðaðu av í bólkaspælinum, og øll máttu taka til takkar við 5-0 ósigri fyri sterka føroyska liðnum, sum hevði allar spælararnar á vøllinum.

Á rennibreytini gekst eisini væl. Allir føroyingarnir uttan ein vunnu seg víðari úr innleiðandi umførunum í antin finalur ella hálvfinalur.

SÍ EISINI: Frælsur ítróttur: Frá sukse til sukse

 


Magnus Dal-Christiansen smasjar í blandaðum tvímansleiki ímóti Guernsey, sum mátti taka til takkar við 5-0 ósigri fyri Føroyum.

 


Oddvør Josephsen rann ein góðan 100 metur, og kom í finaluna saman við Elisabet Holm Simonsen.

 


Miriam í Grótinum og Magnus Dal-Christiansen fegnast eftir sigur í blandaðum tvímansleiki. Eingin steðgaði Føroyum, sum vann tríggjar ferðir 5-0

 


Eisini Julian Gregersen var sannførandi, tá hann rann undir fýra minuttir í 1500 metrum.Kappingin verður hørð, men hann ætlar at gera alt, hann kann, fyri at røkka einum heiðursmerki.

 


Jónas Djurhuus og Christian Berg Petersen spæla í tvímansleiki. Í morgin fyrrapartin er hálvfinala ímóti Menorka á skránni, og ein møgulig finala verður klokkan 18.

 


Tað vóru tey beru smíl í badmintonhøllini í Pickaquoy-ítróttadeplinum, har Føroyar smasjaði alla mótstøðu til viks og spældu seg í hálvfinaluna 

 

 


Elisabet Holm Simonsen fegnast eftir at hon hevði runnið seg í finaluna í 100 metur renning saman við Oddvør Josephsen. Føroyskt met skal helst til, um tað skal røkka til heiðursmerki, segði venjarin Heri Ziska, men tær hava tað í sær.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227