Tíðindi & Aktuelt

32 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Petur Hansen, skal sita fýra vikur aftrat í varðhaldinum

Roknskaparleiðarin í útvarpinum og síðani í kringvarpinum hevur fingið tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri grovan fíggjarundandrátt

Hoyvíkssáttmálin hevur við sær, at íslendsk móttøkuskip helst sleppa undan avreiðingargjaldinum á tvær krónur, sum onnur móttøkuskip skulu rinda

Heintingarskipanin hjá IRF verður broytt, tí nýggju ruskbilarnar kunnu á sama túrinum heinta pappír og vanligt burturkast

Eftir 1. mai fáa tey millum 16 og 67 ár ikki longur stuðul frá Heilsutrygd til brillur og gløs, tí børn og eldri fáa allan stuðulin

39 ára gamla Guðrið Højgaard, ið seinastu árini hevur arbeitt við ferðavinnu í Stokkhólmi, er sett stjóri fyri Ferðaráð Føroya

Løgtingsgrannskoðararnir og Landsgrannskoðanin endurtaka sínar atfinningar um landsroknskapin ár eftir ár, men einki hendir, sigur fíggjarnevndin

Norska skaðanevndin hevur loksins sett endaligt punktum og latið frágreiðing um vanlukkuna í Stord frá sær

Forstjórin í TF Holding váttar, at felagið hevur boðað Vinnumálaráðnum frá, at tað framvegis er sinnað at keypa helvtina av Føroya Lívstrygging

Ætlanin at strika útlendska eigaraskapin í føroyskari fiskivinnu fyri 2018 skal hugsast út í æsir, halda arbeiðsgevarar

Síður