Tíðindi & Aktuelt

Fólkatalið er upp á eitt ár minkað við 214 fólkum. Heldur gongdin fram, verður talan um størstu minking í fólkatalinum síðstu 16 árini

Formaðurin í javnaðarflokkinum hevur funnist at fíggjarkarmunum hjá samgonguni, men nú teir skulu viðgerðast, er Aksel Johannesen í farloyvi

H71 er føroyameistari í hondbólti. Hoyvíkingar vunnu í triðju og avgerandi finaluni 21-20 á KÍF

Meirilutin í Rættarnevndini mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið hjá tjóðveldi at seta barnaumboð, tí samgongan arbeiðir við líknandi uppskoti

Fólkaatkvøðan nærkast, og í kvøld verða valkortini borin út til veljararnar

Føroya Handverksmeistarafelag mælir sínum limum frá at bjóða upp á arbeiðið at byggja nýggja skúladepilin í Marknagili

Jarðfeingi setir stórt spurnartekin við Orku- og Granskingardepilin á Kambsdali, men landsstýrið heldur fram at lata stuðul

Samtykkir løgtingið tvær lógir á almannaøkinum, metir Almannastovan, at brúk er fyri 7 sosialráðgevum aftrat. Men eingin peningur er settur av

Um nakrar mánaðir verður fiskaarbeiði aftur í Vestmanna, tí Pf. Vestmanna Seafood hevur keypt fiskavirkið í bygdini frá Faroe Origin

Føroya Arbeiðsgevarafelag ávarar staðiliga politikararnar ímóti at lata tilfeingisgjaldið fara í fíggjarlógina. Tað skal í Búskapargrunnin

Síður