Flytifuglar 11. partur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Flytifuglar 11. partur
14-12-2025

Vit eru stødd í Vestmanna og á Válinum. Her er nógv at finna útav. Tað seinasta vit hoyrdu var, at Emma og Mai lurtaðu eftir, hvat politiið segði, tá ið teir sótu og ótu á matstovuni. Tær fóru útum og settu seg at lurta. Teir tosaðu um innandura fótbólt og um eina skjótivenjing. Tær sita kaldar uttanfyri og fáa ikki nógv at vita, men tá ið Emma er á veg inn eftir babyalarminum, fáa tær at vita, at sjóðseyðamaðurin er funnin í Frankaríki. Pápi Emmu koyrir Mai heim, og hon fer at hugsa um pápa sín. Hann var fluttur til stórbýin. Mai saknar frukttrøðini og hitan og tað at hoyra til, hon saknar ommu sína og abba sín, sum vóru so góð við hana. Nú eru seks vikur síðani Olivur hvarv, og hann hevur havt 1 ára føðingardag. Politiið hevur ikki nógvar slóðir at elta, øll í bygdini eru við at missa vónina, og tey skipa fyri sangløtu á Reyða Torginum í Vestmanna. Mai bar eyga við svaka Egon, sum býr einsamallur í einum gulum húsi, sum standa einsamøll á ein trøð. Mai eygleiðir hann, seinast hon sá hann, var tann dagin Olivur hvarv, hann bar okkurt, sum hann tosaði við. Man tað vera Egon? Lurtið nú - her kemur 11. partur av leikinum - Flytifuglar.

Flytifuglar

Jólakalendarin - Flytifuglar, snýr seg um 11 ára gomlu Mai, sum býr á Válinum.

Hetta er ein spennandi søga, sum gongur fyri seg í Vestmanna.

Elin á Rógvi hevur skrivað. Niclas Johannesen er tónasmiður. Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina.

Fleiri enn 30 leikarar eru við í útvarpsleikinum og tríggir nýggir sangir eru gjørdir til leikin.