Flytifuglar 08. partur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Flytifuglar 08. partur
12-12-2018

Vit hoyra um Mai, sum býr á Válinum saman við mammuni og manni hennara, Jóannes, sum er tíðindamaður í Miðlahúsinum. Saman eiga tey Jón. Mai er fødd í Thailandi og hevur gingið í skúla har. Síðani flutti hon heim til Føroyar til mammu sína og Jóannes. Seinast hoyrdu vit, at nú eru tvær vikur síðani, at ára gamli Olivur varð tikin úr barnavogninum uttanfyri húsini, har hann býr í Vestmanna. Kanningar verða gjørdar og fólk eru bangin, hvat man vera hent honum. Mamman bað Mai fara út at trilla Jón, beiggja sín, tí mamman torir ikki at leggja hann út at sova, og vil hava Mai at trilla hann. Mai setur spurnartekin við, hví mamman er bangin um Jón og ikki um hana, tá ið hon var hinumegin jørðina. Mai og mamman klandraðust. Síðani fór Mai út at trilla beiggja sín, og hon ætlaði sær út í Nes at venda. Tá møtir hon konuni í grannaíbúðini, sum eisini eru úti og trillar dóttir sína. Tær fara at práta og fylgjast heimaftur. Hon er hálvur vestmenningur og Mai heldur, at hon er smart, blíð og fitt í mun til mammu sína. Oda eitur hon, og Oda bjóðar Mai at koma á vitjan. Mai vil fegin síggja bátin. Meðan tær tosa, snappar Emma. Emma, vinkona Mai snappar og sigur, at sjóðseyðamaðurin er burtur, kanska er tað hann, sum er atvoldin til, at Olivur er horvin úr barnavogninum. Emma hevur sett sær fyri at uppklára, hvør hevur tikið Olivur. Hvør man tað vera? Og hví er sjóðseyðamaðurin horvin? Lurtið eftir 8. parti av jólakalendarasøguni - Flytifuglar. Elin á Rógvi skrivaði. Niclas Johannesen hevur skrivað tónleikin til leikin. Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina.