Flytifuglar 16. partur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Flytifuglar 16. partur
24-12-2018

Í dag er jólaaftan, og í dag hoyra vit seinasta part av jólakalendarasøguni - Flytifuglar. Nú er spennandi, tí tað seinasta vit hoyrdu var, at Mai var í bussinum, og hon hevur Olivur hjá sær. Jason, sum hevur ein revolvara undir jakkanum, vil hava Mai úr bussinum, men tá ið hon reisir seg upp, rópar busssjaførurin, at hon ikki hevur goldið. Meðan Jason rindar fyri hana, tekur Mai eina telefon frá einum sovandi manni. Tá ið bussurin steðgar í Kvívik og tey eru komin út, biður Jason hana seta seg á ein bonk, meðan hann ringir til Odu. Tá roynir Mai at ringja neyðuppkall 112. Hon fær samband við alarmsentralin, men fær onki sagt, tí Jason eygleiðir hana. Hann sigur, at Mai skal við teimum, tí annars fer hon at slatra um barnið, tey hava tikið og um alt, sum er hent. Síðani ringir hon einaferð afturat, og fær teska hjálp. Tá ið tey ganga omanímóti kajuni, roynir Mai at tosa soleiðis, at Jason svarar. Jason sær, at hon brúkar telefonina, og spyr hvønn hon tosar við. Hon sigur honum, hon tosaði við mammu sína. Jason tekur telefonina, og so ringir telefonin, og tað er frá alarmsentralinum, hann brýtur av og blakar telefonina í ánna, og sigur við Mai, at hetta fert tú at angra! Nú verður spennandi at hoyra, hvussu alt fer at enda - lurtið nú, tí her kemur seinasti partur av jólakalendarasøguni - Flytifuglar.