Flytifuglar 13. partur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Flytifuglar 13. partur
17-12-2025

Tað er kavi. Fyrstu ferð Mai sá kava var í Føroyum, hon hugsaði, hvussu tað hevði sæð út við kava í Thailandi yvir strondina, á húsunum og á fruktrøðunum. Meðan hon gongur uttanfyri við bátahylin, rópar Oda eftir henni, og spyr um hon kann ansa Miriam, meðan hon fer at keypa. Oda er blíð og sigur, at hon kann keypa okkurt til tær heimaftur við, afturvið einum drekkamunni. Tá ið Oda er farin, fer Miriam at grenja, hon roynir at práta við hana, at ugga hana, vísir henni bamsu, spegl, men onki hjálpir. Hon følir at blæan er vát og fer at skifta blæuna. Mai verður skelkað, tí tá ið blæan fer av, sær hon, at Miriam ikki er Miriam, men ein drongur. Í skápinum sær hon svarta hárlitingina og slættijarnið. Mai hugsar um kámu myndina av Olivur, sum hevur verið at síggja í bløðum, myndin av ljóst purluta dronginum, sum er horvin. Man hetta vera Olivur?

Flytifuglar

Jólakalendarin - Flytifuglar, snýr seg um 11 ára gomlu Mai, sum býr á Válinum.

Hetta er ein spennandi søga, sum gongur fyri seg í Vestmanna.

Elin á Rógvi hevur skrivað. Niclas Johannesen er tónasmiður. Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina.

Fleiri enn 30 leikarar eru við í útvarpsleikinum og tríggir nýggir sangir eru gjørdir til leikin.