- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flytifuglar 14. partur
Mai er stødd inni hjá Odu, hon hevur funnið útav at Miriam ikki er Miram, Miriam er ein drongur. Hon letur hann í. Hon veit ikki hvat hon skal gera, hon fer niðan brekkuna, hon smárennur, men beiggin er tungur. Telefon liggur heima, og hurðin er stongd. Har er onki fólk nakrastaðni, hon tekur í hurðina á tveimum húsum, men har er stongt. Tá ið hon kemur omanaftur á vegin, sær hon eina konu við tveimum innkeypsposum. Tað er Oda! Oda rópar á hana, men Mai vendir omanaftur, Oda sær, hvussu fjálturstungin Mai er. Mai finnur ongan útveg, hon er fangað, einasti møguleiki er at fara í jolluna í bátahylinum. Mai tekur eina ár, Oda skrykkir í árina, men Mai sleppur útfrá. Oda rópar og roynir at sleppa í jolluna, men jollan er longu tveir metrar burtur frá. Oda er frá sær sjálvari, og rópar, at hon vil hava gentuna, og Mai rópar, at Miriam ikki er ein genta og spyr um hon hevur stolið eitt barn. Mai er deyðarødd, um Oda kann gera sær okkurt.