Flytifuglar 12. partur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Flytifuglar 12. partur
18-12-2018

Flytifuglar er jólakalendarasøga hjá barnaútvarpinum 2018. Vit er nú komin til 12. part av leikinum. Elin á Rógvi er rithøvundur. Niclas Johannesen er tónasmiður. Finnur Hansen framleiður tónleikin og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Í seinasta parti vóru vit á Reyða Torginum í Vestmanna, har var skipað fyri sangløtu. Mai heldur, at tað er so syrgiligt at vera har og fer heim. Tá ið hon kemur heim, luktar tað av thailendskum mati. Mamman ger mat til hennara thailensku vinkonur, sum koma til Vestmannar, og sum skulu eta saman úti hjá Sonni. Mamman argar Jóannes, tí hann mungar eftir vælangandi matinum. Tá kemur Mai at hugsa um, hvar mamman og Jóannes hittust á fyrsta sinni. Hon spyr og verður glað at hoyra, at tey møttust í Aarhuus og tað var romantiskt, sum hjá øllum øðrum og tað var ein góð søga. So tað passaði ikki, sum tey søgdu hin dagin á Staðnum. Hetta var eitt hugnaligt kvøld. Emma heldur ikki, at tað er svaki Egon, sum er orsøkin til, at Olivur er horvin, men hon vil hava Mai at siga tað við Jóannes. Mamman fer til Sonni og Jóannes fer til Bárð, og bæði vilja hava Mai við, men hon tímir ikki við, hon vil sjálv avgera, hvat hon brúkar sín frídag til. Hon hjálpir mammuni at bera matin út í bilin. Mamman man ikki hava lagt merki til, at hon ikki er farin innaftur í húsið, tí tá ið hon skal innaftur er stongt, og hon kemur í tankar um, at hon gloymdi at siga Jóannes um svaka Egon. Nú verður spennandi at hoyra - lurtið tí her kemur 12. partur av jólakalendarasøguni - Flytifuglar.