Væntar nógv færri inntøkur frá pensjónsgjaldinum

Væntar nógv færri inntøkur frá pensjónsgjaldinum
Kristina Háfoss, løgtingskvinna, væntar, at skattainntøkurnar frá pensjónsinngjaldinum verða 75 milliónir krónur færri enn landsstýrið hevur mett á fíggjarlóginí. Hon hevur sett landsstýrismanninum ein munnligan fyrispurning í máli

03.02.2012 - 11:17

Hevur løgtingið fingið rættar upplýsingar um skattainntøkurnar frá pensjónunum, sum nú verða skattaðar við inngjald?

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, vil hava landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, at svara hesum spurningi. Løgtingskvinnan vísir á, at verða skattainntøkurnar frá pensjónunum í januar framskrivaðar, fær landskassin umleið 145 milliónir krónur í inntøku í ár.

Men sambært metingini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum eisini sæst í fíggjarlógini, geva inntøkurnar til landskassan, nú pensjónin verður skattað frammanundan, 220 milliónir krónur.

Metta upphæddin í fíggjarlógini er sostatt góðar 75 milliónir krónur hægri enn upphæddin, verður samanborið við framskrivaðu skattainntøkuna frá pensjónsinngjaldinum, sambært tølunum frá Taks í januar.

Kristina Háfoss spyr eisini Jørgen Niclasen, hví roknað verður við 550 milliónum krónum pensjónsinngjaldi umarið, tá framskrivaðu pensjónsinngjøldini í januar bæði fyri føroyskar og útlendskar skipanir vísa 377 milliónir krónur.

Munnligir fyrispurningar eru á skránni á tingfundinum mikudagin, og tá fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, væntandi at svara fyrispurninginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360