Dolly Parton er deyð: "Ein av stóru country-sangskrivarunum farin"

Dolly Parton er deyð: "Ein av stóru country-sangskrivarunum farin"
"Dolly Parton var ein stór fyrimynd fyri kvinnuligar sangskrivarar," sigur Ingi Samuelsen, vertur í Jambalaja, nú countrydrotningin er farin um sýn, 80 ára gomul
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
25.08.2026 - 19:54

Ein súla á altjóða countrypallinum er fallin.

Dolly Parton er deyð, 80 ára gomul. 

Tað kunngjørdi familjan við einum videobroti á Instagram-vanganum hjá Dolly Patron, sum systursonur Dolly, Bryan Seaver, bar fram. 

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by Dolly Parton (@dollyparton)

 

Harvið er ein av størstu stjørnunum og bestu sangskrivarunum á altjóða countrypallinum farin um sýn.

Dolly Parton hevur skrivað risahitt sum "I Will Always Love You", ið Whitney Houston hittaði stórt við, "Jolene", "9 to 5" og "Coat Of Many Colors", og tað verður hildið, at hon hevur selt yvir 100 milliónir plátur á sínari yrkisleið. 

 

LES EISINI: "20 essential Dolly Parton songs," Music This Day

 

Størsta stjørnan av teimum øllum

Ingi Samuelsen, vertur í Jambalaja í útvarpinum, er ikki í iva, hvat vit hava mist við deyða Dolly. 

"Dolly Parton var ein av teimum stóru sangskrivarunum innan countrytónleikin. Hon hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri countrytónleikin, og ein fyrimynd fyri sangskrivarar, serliga teir kvinnuligu. Tú møtir neyvan nøkrum kvinnuligum sangskrivara í countryheiminum, sum ikki hevur Dolly sum fyrimynd saman við Loretta Lynn, kanska."


Dolly Parton saman við Vince Gill (Mynd: Ritzau / Scanpix)

 

HOYR EISINI: Jambalaja: Dolly Parton 75 ár

1426475

 

Ein av stóru styrkjunum hjá Dolly Parton var, at hon dugdi sera væl at endurnýggja seg alla tíðina, heldur Jambalaja-verturin. 

"Dolly Parton arbeiddi seg upp frá sera fátæksligum korum, og fór sum blaðung til Nashville at royna seg sum sangskrivari og sangari, og hevur arbeitt seg upp til ta størstu stjørnuna av teimum øllum, sum var á lívi til í dag."

 

1000 sangir liggja og bíða

Eitt áhugavert er, at Dolly Parton hevur skrivað so nógvar sangir, 3000 verður hildið, og at tað liggja einir túsund, sum enn ikki eru komnir út.

"Skilti eg hana rætt, so hevur hon lagt eina ætlan fyri, hvussu hesir sangirnir - kanska ikki allir 1000 - skulu koma út eftir at hon er farin. So vit fara at hoyra nógv til hana í framtíðini eisini," staðfestir Ingi Samuelsen. 

Dolly Parton var gift við Carl Dean, sum andaðist í fjør, í 1966. Tey bæði fingu eingi børn, men hjálptu til við uppalingini av yngru systkunum hjá Dolly og høvdu tætt samband við børnini hjá teimum. Dolly var gumma kendu songkvinnuna Miley Cyrus. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961