Landsstýrismaðurin: Royna at finna oljufeløg at leita undir Føroyum

Landsstýrismaðurin: Royna at finna oljufeløg at leita undir Føroyum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, er í hesum døgum á oljumessu í Stavanger í Noregi
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur, at stór politisk undirtøka er fyri at taka oljuleitingina undir Føroyum uppaftur.
 
25.08.2026 - 18:00

- Vit royna at finna oljufeløg at koma higar at leita og bora eftir olju.

Tað sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, sum í hesum døgum er á stórari oljuráðstevnu í Stavanger í Noregi.

Har eru nærum 73.000 vitjandi úr 102 londum, og ikki færri enn 1150 fyrilestrar eru á skránni. 

 

 

Støðan er broytt

Jacob Vestergaard heldur, at støðan er broytt, síðani leitingin eftir olju helt uppat í føroyskum øki fyri góðum 10 árum síðani. Hann heldur, at stórur politisk undirtøka nú er fyri at taka oljuleitingina uppaftur.

- Støðan í heiminum er broytt, og vit eru sannførd um, at oljan verður ein týðandi orkukelda í mong ár aftrat. Tí vóna vit, at oljufeløgini eisini síggja møguleikan at fáa olju upp úr føroysku undirgrundini, sigur Jacob Vestergaard.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum: 

 

25082026_Vestergaard_og_olja

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541