ES rindar 1,6 mia. fyri ráevni í Grønlandi

ES rindar 1,6 mia. fyri ráevni í Grønlandi
Grønland og ES hava skrivað undir samstarvsavtalu um ráevni í undirgrundini. Arbeiðarafeløgini fegnast
Grønland og ES hava skrivað undir samstarvsavtalu um ráevni í grønlendsku undirgrundini.

18.06.2012 - 16:06

Arbeiðarafeløgini í Grønlandi fegnast um avtaluna sum Grønland og ES hava gjørt um ráevnini í grønlendsku undirgrundini.

Og formaðurin í SIK, Jess G. Berthelsen, sigur seg vóna, at íløgur verða gjørdar í Grønlandi, sum kunnu tryggja grønlendsk arbeiðspláss.

- Tað er eitt stórt framstig, at ES hevur bundið seg til at nýta teir sáttmálar, sum eru galdandi í Grønlandi, sigur Jess G. Berthelsen.

Í eini fráboðan, eftir at samstarvsavtalan varð undirskrivað, stendur, at ráevnini í grønlendsku undirgrundini hava stóran týdning fyri ES. Sambært avtaluni skal ES rinda Grønlandi 218 millónir evrur, ella umleið 1,6 milliardir krónur í okkara peningi, tey næstu seks árini.

Kappast við Kina

Við avtaluni fer ES at leggja seg út í kappingina um ymsu ráevnini, sum bert Kina hevur víst áhuga fyri.

Eisini formaðurin í Grønlendska Arbeiðsgevarafelagnum, Brian Buus Pedersen, fegnast um, at ES nú av álvara vísir ráevnunum í grønlendsku undirgrundini áhuga.

Samstarvsavtalan varð undirskrivað av Kuupik Kleist, landsstýrisformanni, og ES-nevndarliminum, Antonio Tajani.

Ætlanin er at ein verulig avtala skal undirskrivast seinni í ár, sigur Kuupik Kleist við grønlendska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337