- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kollveltingin í Egyptalandi heldur fram

Nývaldi forsetin í Egyptalandi, Mohamed Mursi, mælir landsmonnum sínum til at savnast eftir valstríðið upp undir forsetavalið, sum hevur spjatt tjóðina.

- Eg vil vera forseti fyri allar egyptar, lovaði Mursi í síni fyrstu sjónvarpsrøðu síni fáar tímar eftir, at tað var varð kunngjørt, at hann vann forsetavalið.

Mursi, sum hoyrir til Muslimska Brøðralagið, fekk 52 prosent av atkvøðunum. Hann vann seinna valumfar á fyrrverandi forsætisráðharranum, Ahmed Shafiq.

Mursi segði, at stríðið er ikki av enn:

- Kollveltingin heldur fram, til øll krøv eru eftirlíkað, sigur nýggi forsetin.

Nógv av teimum ungu, sum gingu á odda í stríðnum, sum endaði við, at Hosni Mubarak legði frá sær sum forseti, halda lítið um, at valið stóð millum Mursi og Shafiq. Hvørgin teirra umboðar kollveltingina, ljóða atfinningarnar.

Men í fyrstu røðu síni rætti nýggi forsetin hondina út til øll í egyptiska samfelagnum.

- Eg heiti á tykkum, egyptar, um at styrkja okkara tjóðskaparligu eind, segði Mursi í røðuni.