Hermann Samuelsen nýggjur tingmaður fyri Sambandsflokkin

Hermann Samuelsen nýggjur tingmaður fyri Sambandsflokkin
Hermann Samuelsen hevur tikið sæti í løgtinginum, nú Anna Falkenberg er farin í farloyvi frá løgtinginum til at røkja fólkatingssessin
Hermann Samuelsen tók sæti á løgtingi í dag fyri Onnu Falkenberg, sum hevur biðið um farloyvi frá løgtinginum til at røkja fólkatingssessin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.04.2026 - 19:50

- Gerandisdagurin hjá mær er nógv broyttur, nú eri løgtingsmaður.

Tað sigur 24 ára gamli Hermann Samuelsen, sum í dag hevur tikið sæti í løgtinginum fyri Sambandsflokkin, eftir at Anna Falkenberg er farin í farloyvi frá løgtinginum til at røkja fólkatingssessin.

Hoyr samrøðu við Hermann Samuelsen í útvarpstíðindunum:

 

1807945

 

Anna Falkenberg gjørdist varafólk fyri flokkin, eftir at Bárður á Steig Nielsen og Eyðdis Hartmann Niclasen fóru í landsstýrið.

Hon hevur biðið um farloyvi til at røkja fólkatingssessin fyri flokkin. Hermann Samuelsen, sum er nummar 10 hjá flokkinum, tók sostatt sæti í løgtinginum í dag.

Hann fekk 258 atkvøður til løgtingsvalið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040