- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kim Jong-Un slakar í strongu lógunum hjá faðirinum

Í eini roynd at betra um egið umdømið - og umdømið hjá Norðurkorea, ætlar Kim Jong-Un at geva fólkinum størri frælsi og lættari atgongd til undirhald. Fyri at vísa vilja sín í verki, hevur hann tikið fleiri forboð, sum faðir hansara setti í verk, burtur. Millum annað fáa kvinnur nú lovyið at ganga í vanligum buksum og skóm, og kvinnur fáa eisini loyvið at ganga við oyraringum.

- Um ein kvinna varð tikin fyri at ganga í óhóskandi buksum, kundu buksubeinini mangan verða klipt av beint har, sum kvinnan var stødd, sigur Park Ye-Kyong sambært ABC-News. Hon flýddi til Suðurkorea í 2004.

Ungi koreanski leiðarin fer eftir ætlan at loyva nógv fleiri fólkum fartelefon. Loyvi skal gevast privatum at lata matstovur upp, og hann bjóðar pitsum, hamburgarum og øðrum vesturlendskum matarsiðum vælkomnum.

Keld: ABC-News og tv2.no