Stjórnmálafrøðingar: Seinastu tvey árini kunnu gerast kaotisk hjá Trump

Stjórnmálafrøðingar: Seinastu tvey árini kunnu gerast kaotisk hjá Trump
Regin Berg og Hallur av Rana vóru í Breddanum fyrrapartin
Tey bæði árini, sum eru eftir at forsetaskeiðnum hjá Trump, kunnu gerast ruðuleikakend eftir miðskeiðisvalið í dag.
Mynd: Umit Bektas/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.11.2026 - 14:26

Tapa republikanararnir miðskeiðisvalið í USA í dag, kunnu seinastu tvey árini hjá Donald Trump, forseta, gerast kaotisk.

Tað søgdu Regin Berg og Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingar, í Breddanum fyrrapartin.

Miðskeiðisvalið var evnið í sendingini í dag.

 


Regin Berg. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Regin Berg sigur, at kanska fer Trump at royna at gera avtalur við demokratar, í eini roynd at sáa split í demokratiska flokkinum, fyri at styggja progressiva partin burtur. Annars fer forsetin helst at halda fram at stýra við fyriskipanum, sum hann hevur gjørt, og sum demokratar ella dómstólar fara at forða ella steðga, sigur Regin Berg.

 


Hallur av Rana. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hallur av Rana sigur, at vinna demokratarnir, kann verða spurt, um teir fara at royna at reisa ríkisrættarmál móti forsetanum. Verður tað gjørt, verður ruðuleiki í amerikanskum politikki næstu árini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03112026_Hallur_og__Regin

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435