Trupult at søkja lærarastørv

Trupult at søkja lærarastørv
Tey, sum leita sær eftir einum lærarastarvi, noyðast at hyggja eftir leysum størvum nógva staðni.
Tað er trupult hjá lærarum at søkja størv í ár, tí starvslýsingarnar eru so spjaddar. (Skúlin á Løgmannabreyt: tilvildarliga vald mynd)

09.07.2012 - 11:57

Páll Poulsen, skrivari í Lærarafelagnum, viðger spurningin í Skúlablaðnum í dag. Og hansara niðurstøða er greið: sjálvandi skulu allar starvslýsingar vera at finna savnaðar á einum staði í almennum miðlum.

Fyri nøkrum árum síðani avgjørdu kommunurnar, at tær ikki vildu rinda fyri starvslýsingar eftir lærarum. Lærarar eru starvsfólk hjá Mentamálaráðnum, hjá landinum, sum so eisini eigur at gjalda lýsingarnar, søgdu kommunurnar.

Í fjør vóru lýsingar eftir lærarum at síggja á ymsum heimasíðum. Lærarafelagið royndi at hjálpa við at seta lýsingarnar á heimasíðu felagsins og í Skúlablaðið, skrivar Páll Poulsen. Í ár hava so at siga allar starvslýsingar verið á tíðindaráðstevnuni hjá Námi.

- Vónandi lesa allir lærarar, sum eru í starvi, hesa ráðstevnu, serliga tey, sum ætla sær í annað starv, skrivar Páll Poulsen. Og hann leggur afturat, at kanska lesa eisini øll læraralesandi ráðstevnuna.

- Men eg rokni ikki við, at tey, sum lesa í til dømis Danmark, hava atgongd til hana. Tá er beinleiðis talan um eina forðing hjá teimum, sum ætla at koma heimaftur og fegin vilja hava eitt lærarastarv í fólkaskúlanum.

Tað kostar at lýsa. Men so øgiliga dýrt er tað heldur ikki. Við einum veti av samstarvi ber væl til at gera eina felags starvslýsing, har øll leys lærarastørv í Føroyum verða lýst.

- Hetta riggaði væl fyrr, so tað er løgið, um tað ikki riggar nú, skrivar Páll Poulsen, skrivari í Lærarafelagnum, í Skúlablaðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775