- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskaútflutningurin nógv vaksin

Fyrstu 5 mánaðirnar í ár hava vit serliga
útflutt munandi meira alifisk enn somu mánaðir í fjør. Heili 24 tús. tons av
laksi eru útflutt fyri 720 milliónir kr.

Størsta vøksturin í útflutningi síggja vit í
uppsjóvarfiski, har vit hava útflutt fyri útvið 40 prosent meira enn í fjør.
Tað er serliga svartkjaftur, ið vit hava útflutt meira av í ár.

Útflutningurin av flundrufiski er vaksin 26%,
og er tað serliga útflutningurin av svartkalva, sum er nógv størri í ár enn í
fjør.

Eisini útflutningurin av botnfiski er øktur.
Tað er serliga upsi, sum vit útflyta meira av, meðan tað er útflutt minni av
toski.