Vil hava umvælingina av ellisheimi á fíggjarlógina

Vil hava umvælingina av ellisheimi á fíggjarlógina
Eivin Jacobsen spyr Kára P. Højgaard um ellis- og avlamisheimið í Vágum. Kommunurnar vilja ikki yvirtaka bygningin í tí standi, hann er nú
Eivin Jacobsen heldur, at eingin kann góðtaka, at ellsi- og avlamisheimið verður eitt byggipláss í fleiri ár, um bert nakrar fáar krónur verða játtaðar til viðlíkahald.

26.09.2012 - 15:45

Eivin Jacobsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vil nú hava at vita, hvussu nógv tað fer at kosta at umvæla ellis- og avlamisheimið í Vágum. Stýrið fyri heimið heitti í 2007 á Landsverk um at gera ein støðumeting av bygninginum, sum nú hevur 40 ár á baki.

Eivin Jacobsen spyr Kára P. Højgaard, landsstýrismann, sum varðar av viðlíkhaldinum av almennum bygningum, hvussu nógv umvælingin verður mett at kosta, hvussu nógvur peningur er brúktur, og hvussu nógv verður brúkt í ár og næstu árini.

Beinleiðis á fíggjarlógina

Eivin Jacobsen sigur, at vísir kostnaðarmetingin, at tað tekur fleiri ár at umvæla ellis- og avlamisheimið, eigur umvælingin at koma beinleiðis á fíggjarlógina. Tí eingin kann góðtaka, at heimið verður eitt byggipláss í fleiri ár, um bert nakrar fáar krónur verða játtaðar til viðlíkahald, sigur hann.

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur boðað frá, at ætlanin er at leggja eldraøkið út til kommunurnar í 2014, men hvussu útreiðslubýtið verður millum land og kommunur, og avhending av bygningum er ikki greitt enn.

Vilja ikki yvirtaka bygningin

Kommunurnar í Vágum hava boðað frá, at tær hava ongan áhuga at yvirtaka ellis- og avlamisheimið í Vágum í tí standi, bygningurin er. Eivin Jacobsen spyr tí Kára P. Højgaard, um hann kann veita kommununum í Vágum trygd fyri, at ein dagførdur bygningur verður avhendaður teimum, samstundis sum eldrøkið verður latið kommununum at umsita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Góðan morgun Føroyar
201642
Mikudag 17. desember
Kvinnan og prædikan
201622
Mikudag 17. desember
Morgunlestur mikudagur 17.desember 2025
200536
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552