Haraldur kongur er deyður

Haraldur kongur er deyður
Haraldur kongur andaðist í morgun, 89 ára gamal. Tað boðar norska kongshúsið frá á heimasíðuni
 
28.08.2026 - 07:57

Haraldur kongur doyði klokkan fimm minuttir yvir hálvgum seks, føroyska tíð, á ríkissjúkrahúsinum í Oslo.

Fyri løtu síðani vóru tey flestu í norska kongshúsinum komin saman á ríkissjúkrahúsinum í Oslo.

Í gjár segði kongshúsið, at heilsan hjá kongi var versnað og var sera álvarslig.

Seinni boðaði kongshúsið frá, at heilsustøðan hjá Haraldi kongi var óbroytt.

Síðani mánadagin í síðstu viku hevur 89 ára gamli Haraldur kongur verið innlagdur á sjúkrahúsi.

Haraldur hevur verið norskur kongur síðani 17. januar í 1991.

 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025