Framsókn vil hava fleiri upplýsingar um tunlar

Framsókn vil hava fleiri upplýsingar um tunlar
Landskassin eigur knappliga 400 milliónir krónur til góðar hjá teimum báðum undirsjóvartunlunum
Nú mugu fleiri upplýsingar fram um føroysku tunlarnar, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.
 
08.07.2013 - 12:30
Talan er um partapeningin í P/f Vágatunlinum, 160,3 milliónir krónur, og í P/f Norðoyatunlinum, 235 milliónir krónur.
 
Sambært lógunum um teir báðar tunlarnar eigur landið at fáa hndan peningin aftur, sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður í Framsókn. 
 
Lógirnar siga, at tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, fær landið tunlarnar fyri einki.
 
- Útveganarkostnaðurin er fíggjaður við partapeningi og við lántøku, sigur Poul Michelsen.
 
Við í útveganarkostnaðinum er partapeningurin, sum landið setti í, sigur Poul Michelsen, sum spyr løgmann, hvat tær 395,3 mió. kr. skulu brúkast til, tá landið fær aftur.
 
Vágatunnilin skyldar góðar 17 milliónir krónur, og góðar 59 milliónir eru eftir av lánunum hjá Norðoyatunlinum.
 
Poul Michelsen spyr løgmann um partapeningin, tí, sum framsóknarmaðurin sigur, so hoyrist nú frá ávísum politikarum, at tað ikki er ætlanin, at tunnilsfeløgini skulu gjalda aftur allan útveganarkostnaðin, men bara lánini, og at einki tunnilsgjald verður kravt, tá lánini eru goldin.  
    
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558