Jóhan Dalsgaard hevur tapt fyribils

Jóhan Dalsgaard hevur tapt fyribils
Avgerðin um hvør skal hava festið í Famará er nú tikin, og Jóhan Dalsgaard fær ikki festið
Jóhan Dalsgaard fær ikki festið í Fámará - í fyrstu atløgu í hvussu er.
 
12.07.2013 - 10:30

Búnaðarstovan hevur boðað Jóhan Dalsgaard frá, at hansara umsókn ikki er gingin á møti. Ein annar umsøkjari hevur fingið festið.

Í skrivinum sum Jóhan Dalsgaard hevur lagt á sína vangamynd á Facebook, verður sagt, at avgerðin at lata øðrum umsøkjara festið er tikin út frá eini heildarmeting av øllum innkomnum umsóknum. Dentur er lagdur á drúgvar og viðkomandi arbeiðsroyndir, og  festarin, sum nú hevur fingið festið, er mettur hava drúgvastu og mest viðkomandi arbeiðsroyndir at festa í Fámará.

Avgerðin kann kærast til Fiskimálaráðið, og Jóhan Dalsgaard hevur longu boða frá at hann fer at kæra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328