18 ára gamal avhoyrdur í dag

18 ára gamal avhoyrdur í dag
18-ára gamli maðurin, sum sunnumorgunin stakk fýra fólk í Norðdepli við knívi, verður avhoyrdur seinnapartin
18 ára gamli maðurin, sum stakk fýra fólk við knívi, verður avhoyrdur í dag.
 
19.07.2013 - 17:15

Enn er ógreitt, hvat var atvoldin til gerðina, sigur Bergleif Brimvík, leiðari fyri kriminaldeildina hjá løgregluni.

Trý av teimum fýra fólkunum, sum vórðu stungin, eru útskrivað av sjúkrahúsinum og hava verið til avhoyringar. Tey eru ein 65 ára gomul kvinna, ein 20-ára gomul kvinna og ein 16-ára gamal drongur.

Tann 64-ára gamli maðurin, sum var ringast fyri eftir álopið, liggur framvegis á sjúkrahúsi. Støðan hjá honum er stabil, men hann hevur enn ikki verið til avhoyringar, sigur Berleif Brimvík.

Enn vil løgreglan ikki siga nakað alment um tað, sum er farið fram, tí málið verður framvegis kannað.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523