Edward Snowden fingið friðskjól í Russlandi

Edward Snowden fingið friðskjól í Russlandi
Eftirlýsti amerikanski KT-maðurin, Edward Snowden, hevur fingið friðskjól í Russlandi
Edward Snowden hevur fingið friðskjól í Russlandi.
 
01.08.2013 - 16:03

Tað sigur advokaturin hjá Snowden við fjølmiðlar nú seinnapartin. Advokaturin sigur, at Snowden hevur fingið friðskjól í Ruslandi í eitt ár. Snowden fór í dag av flogvøllinum í Moskva, har hann hevur búleikast seinasta mánaðin.

30 ára gamli Edward Snowden er eftirlýstur í USA, tí hann sambært myndugleikunum hevur almannakunngjørt loyniligar upplýsingar.

Snowden arbeiddi í fleiri ár hjá amerikonsku fregnartænastuni, National Security Agency, og í tí sambandi hevur hann greitt frá, at USA fremur miðvísa yvirvaking á internetinum, m.a. við teldupostum, Facebook og Google.

Hetta varð almannakunngjørt í The Guardian og The Washington Post í juni mánað og endaði beinanvegin á blaðforsíðunum kring heimin.

Í mai flýddi Snowden til Hong Kong og seinni til Russlands.

AP-tíðindastovan skrivar, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur givið Snowden friðskjól við teirri treyt, at hann gevst við at útflýggja loyniligar upplýsingar hjá USA. Og hesa treytina hevur hann góðtikið, sigur advokaturin hjá Snowden í dag.

Fleiri lond í Latínamerika, millum annað Venesuela og Nikaragua, hava bjóðað Snowden friðskjól, men avbjóðingin hevur verið, hvussu hann kann flytast trygt til hesi londini við ongum pappírum. USA hevur nevniliga ógildað passið hjá honum. USA hevur eisini lagt trýst á londini í Evropa fyri at fáa tey at lata loftrúmið aftur fyri Snowden.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Góðan morgun Føroyar
201642
Mikudag 17. desember
Kvinnan og prædikan
201622
Mikudag 17. desember
Morgunlestur mikudagur 17.desember 2025
200536
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552