Vænta javnvág á fíggjarætlanini fyri Klaksvík næsta ár

Vænta javnvág á fíggjarætlanini fyri Klaksvík næsta ár
Sambært Fíggjarnevndini verða inntøkurnar hjá kommununi 157 mió. kr. næsta ár, og raksturin fer at kosta 104 milliónir.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður i fíggjarnevndini í Klaksvíkar býráð, væntar javnvág á fíggjarætlanini næsta ár
 
20.09.2013 - 08:01

Sambært uppskotinum hjá umsitingini um fíggjarætlan hjá Klaksvíkar kommunu fyri næsta ár, fer kommunan at hava góðar 7,5 mió. kr. í avlopi í 2014.

Tá uppskotið hevði verið í Fíggjarnevndini og vent var tó javnvág í fíggjarætlanini. Sambært Fíggjarnevndini verða inntøkurnar hjá kommununi 157 mió. kr. næsta ár, og raksturin fer at kosta 104 milliónir.

14 milliónir fara til rentur og avdráttir. So eru 39 milliónir eftir. Og tær skulu brúkast til íløgur, sigur Fíggjarnevndin í sínum tilmæli til býráðið.

5,5 mió. kr. í rentustuðli

Rentustuðulin fer at kosta hálva sættu millión, og sáttmálabundnar lønarhækkingar fara at kosta Klaksvíkar kommunu millum 800.000 kr. og eina millión næsta ár. Klaksvíkar kommuna rindar 73 mió. kr. í lønum um árið.

Sambært fíggjarætlanini hjá Klaksvík fyri í ár, verður hallið 16,4 milliónir. Íløgurnar hjá kommununi eru óvanligar stórar í ár, 55,8 milliónir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040