Norrøna fer helst at sigla fyri Smyril

Norrøna fer helst at sigla fyri Smyril
Motorurin á Smyrli verður skiftur í januar, og arbeiðið verður gjørt í Føroyum
Nógv bendir á, at Norrøna fer at sigla fyri Smyril, tá hann skal skifta motor í vetur
 
16.10.2013 - 14:50

Alt bendir á, at Norrøna fer at avloysa Smyril, tá hann fer í dokk í januar at skifta motor.

Conrad Gaard Joensen, rakstrarstjóri á Strandferðsluni, sigur við in.fo, at samráðingar eru við Smyril Line um at leiga Norrønu. Alt talar fyri, at Smyril Line og Strandferðslan fara at semjast um ein leigusáttmála fyri Norrønu, men enn eru samráðingarnar ikki lidnar, sigur hann við in.fo

Gera arbeiðið í Føroyum

Arbeiðið at skifta motorin á Smyrli verður gjørt í Føroyum, og tað fer væntandi at taka einar tríggjar vikur.

Av tí at Smyril ikki hevur fulla motororku í løtuni, og veturin er í hondum, umhugsar Strandferðslan at broyta ferðaætlanina fyri at leggja upp fyri seinkingum, sum vánaligt veður kann elva til. Men enn er eingin endalig støða tikin um tað, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari, við in.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Annað frá KVF