ES skal gjalda fyri meiri makrel til íslendingar og føroyingar

ES skal gjalda fyri meiri makrel til íslendingar og føroyingar
Formaðurin í norska reiðarafelagnum vil ikki vita av ætlanini um at geva Íslandi og Føroyum størri kvotu
 
21.10.2013 - 07:45

Vil ES geva Føroyum og Íslandi meira makrel, so skal hvør stertur takast av kvotuni hjá ES. Norra vil ikki vita av ætlanini hjá ES at bjóða Íslandi 11,9 prosent og Føroyum 12 prosent av heildarkvotuni næsta ár.

Tað sigur Audun Maråk, stjóri í norska reiðarafelagnum.

Nevnir bara Ísland

Hann nevnir tó bara Ísland, tá hann sigur, at Norra verður ikki við til at løna ábyrgdarleysum fiskiskapi.  Hann ger greitt, at Norra er ikki við í tilboðnum hjá ES. Hann heldur, at ES arbeiðir aftan fyri bakið á egnum limalondum og Norra. Hvørki norska Fiskimálaráðið ella nýggi ráðharrin, Elisabeth Aspaker, hava sagt nakað um ætlanina hjá ES.

Men sambært Audun Maråk eru myndugleikarnir og uppsjóvarvinna á landi og sjógvi í Norra samd um ikki at taka undir við einari samráðingarloysn, sum gevur Føroyum og Íslandi meira makrel enn ES og Norra higartil hava verið samd um. Heldur ES fast um sítt, skal alt tað, sum Føroyar og Ísland fáa afturat, takast av kvotuni hjá ES, sigur Audun Maråk á heimasíðuni hjá reiðarafelagnum, Fiskebåt.

Størri heildarkvota

Sambært uppskotinum hjá ES minkar norska kvotan úr 26,5 prosentum niður í 21,3 prosent næsta ár. Men tonsatalið hjá Norra verður tó størri, tí heildarkvotan verður nógv størri næsta ár enn í ár.  Mikudagin byrja samráðingarnar hjá strandarlondunum um makrelkvoturnar í 2014.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392