Klaksvíkar sjúkrahús útbyggjast

Klaksvíkar sjúkrahús útbyggjast
Tað mesta av virkseminum á sjúkrahúsinum er í hølum, sum eru frá 1928 og 1960
 
21.10.2013 - 08:14

Nú byggiskráin er liðug, er heildarráðgevingin í sambandi við, at Klaksvíkar sjúkrahús skal umvælast og umbyggjast, boðin út.

Løgtingið samtykti á vári í fjør at brúka 15 milliónir krónur til úmvælingina og útbyggingina í Klaksvík.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 eru fimm milliónir settar av.

Men átta milliónir, sum eru játtaðar í 2013 og ikki brúktar, verða fluttar til næsta ár.

Landsverk vil hava tilboðini upp á heildarráðgevingina í seinasta lagi 31.oktober.

Í álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum, sum kom í 2007, stendur, at Klaksvíkar sjúkrahús krevur munandi ábøtur.

Mett verður, at arbeiðið kann gerast yvir trý fíggjarár.

Tað mesta av virkseminum á sjúkrahúsinum í Klaksvík er í hølum, sum eru frá 1928 og 1960.

Hølisumstøðurnar eru vánaligar, trongar og sera ótíðarhóskandi.

Tí skal játtanin í verklagslógini fyrst og fremst brúkast til at fáa grundleggjandi hølisviðurskiftini á sjúkrahúsinum nútímansgjørd, sigur Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985