Bankastjórar í Íslandi dømdir

Bankastjórar í Íslandi dømdir
Fýra fyrrverandi Kaupthing-stjórar eru dømdir fyri at hava lumpað marknaðin stutt undan at bankin fór av knóranum í 2008
Ákærin hevði sent boð eftir 50 fólkum at vitna í málinum
 
13.12.2013 - 11:32

Teir fýra fyrrverandi Kaupthing-stjórar eru dømdir fongsulsrevsingar í millum trý og hálvtsætta ár. Tað skrivar sandportal.fo.

                                                             Mohammed Bin Khalifa Bin Hamad al Thani 

Nakrar vikur undan bankaskrædlinum í Íslandi boðaði Kaupthing frá, at sjeikurin Mohammed Bin Khalifa Bin Hamad al Thani úr Qatar hevði keypt 5 prosent av bankanum.

Handilin styrkti álitið hjá partabrævamarknaðinum á Kaupthing, men tað, sum bankin ikki upplýsti, var, at handilin varð framdur við einum láni frá Kaupthing sjálvum.

Ein kanningarnevnd, sett av Altinginum, legði upplýsingarnar um lánið fram.

Størsta mál av sínum slag

Tingrætturin í Reykjavik dømdi í gjár fyrrverandi forstjóran í bankanum, Hreiðar Már Sigurðsson, hálvtsætta ára fongsul, meðan fyrrverandi nevndarformaðurin, Sigurður Einarsson, fekk fimm ára fongsul. Magnus Gudmundsson, som var forstjóri í Kaupthing í Luksemburg, fekk trý ára fongsul, meðan Ólafur Ólafsson, sum var næststørsti partaeigarin í bankanum undan skrædlinum, fekk hálvtfjórða ára fongsul.

Hetta er størsta málið, sum higartil er reist í kjalarvørrinum á bankakreppuni í Íslandi. Ákærin, Ólafur Thor Hauksson, førdi 50 vitni í rættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400