Fyrrverandi forseti í Kosovo dømdur 25 ára fongsulsrevsing

Fyrrverandi forseti í Kosovo dømdur 25 ára fongsulsrevsing
58 ára gamli Thaci er dømdur fyri dráp, píning og burturflytingar í sambandi við uppreisturin 1998-99, sum endaði við, at Kosovo loysti frá Serbia
Hashin Thaci var forseti í Kosovo frá 2016 til 2020.
Mynd: BBC  
 
16.09.2026 - 13:11

Fyrrverandi forsetin í Kosovo, Hashim Thaci, er í dag dømdur 25 ára fongsulsrevsing í einum serdómstóli í Haag.

58 ára gamli Thaci er dømdur fyri millum annað dráp, píning og burturflytingar undir og beint eftir uppreisturin í 1998-99, sum endaði við, at Kosovo loysti frá Serbia. 

Thaci var tá leiðari fyri loysingarherinum í Kosovo (KLA), og mong meta hann framvegis at vera hetja í Kosovo.

Sambært serdómstólinum, sum var settur í málinum, er hann sekur í at hava dripið 96 politisk mótstøðufólk og fólk, sum samstarvaðu við serbisku trygdarfólkini undir krígnum.

 

Kravdi 45 ár

Ákæruvaldið kravdi í fyrsta umfari um 45 ára fongsulsrevsing.

Thaci hevur noktað seg sekan í øllum ákærum. 

Um vikuskiftið vóru stór stuðulstiltøk til frama fyri Hachim Thaci og tríggjar aðrar KLA-leiðarar í høvuðsstaðnum í Kosovo, Pristina.

Hashim Thaci var forseti í Kosovo frá 2016 til 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541