"Vetrarmorgun" á filmsstevnu í Berlin

"Vetrarmorgun" á filmsstevnu í Berlin
Filmsstevnan í Berlin verður roknað millum tær týdningarmiklu í filmshøpi, ájavnt við stevnuna í Cannes.
 
08.01.2014 - 13:04

Nýggjasti stuttfilmurin hjá Sakarisi Stórá, VETRARMORGUN, er boðin við til Berlin á filmsstevnuna, sum kallast "Berlinalan".

Sostatt verður fyrsta altjóða sýningin av filminum á hesi stóri filmsstevnuni, har hann skal kappast um tvær ymiskar virðislønir, umframt at Sakaris Stórá, leikstjóri, eisini er boðin til Berlin at greiða frá verki sínum.

Týdningarmikil stevna

Filmsstevnan í Berlin verður roknað millum tær týdningarmiklu í filmshøpi, ájavnt við stevnuna í Cannes. Í fjør vóru 124 lond umboðað á stevnuni, og meiri enn 300.000 atgongumerki seld.

Filmurin VETRARMORGUN snýr seg um ungu gentuna Mariu, ið  Armgarð G. Mortensen spælir. Hon er á einum vegamóti. Alt er í broyting, hon ivast í sínum kynsliga samleika, og slaturin er farin at ganga um hana í bygdini. Filmurin er ein ungdómssøga um kærleika, vinarlag og samleika.

Tað er Fish and Film, ið hevur staðið fyri framleiðsluni, og filmurin varð frumsýndur á Sandi íoheyst.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981