Norrøna siglir tveir túrar um dagin

Norrøna siglir tveir túrar um dagin
Norrøna siglir fyri Smyril í tríggjar vikur, og ferðin millum Havnina og Vág tekur hálvan triðja tíma
 
16.01.2014 - 15:25

Norrøna fer at sigla tveir túrar um dagin millum Vág og Havnina tær tríggjar vikurnar, hon er avloysaraskip fyri Smyril.

Strandferðslan hevur kunngjørt ferðaætlanina hjá Norrønu, sum kemur í gildi 21. januar, t.e. týsdagin. 

Mánadag til fríggjadag fer Norrøna fyrsta túrin av Vági klokkan sjey til Havnar. Mánadag og hósdag verður siglt av Havnini á Vág klokkan 10, og týsdag, mikudag og fríggjadag verður siglt av Havnini klokkan 13.

Mánadag til fríggjadag verður siglt norðuraftur klokkan 16, og seinasti túrurin av Havnini mánadag til fríggjadag verður klokkan 19.

Hálvur triði tími

Leygardag og sunnudag er fyrsti túrur av Vági klokkan hálvgum níggju. Siglt verður av Havnini klokkan 11, og av Vági klokkan 17.30. Seinasti túrur av Havnini til Vágs leygardag og sunnudag verður klokkan 20.

Ferðin millum Havnina og Vág við Norrønu tekur hálvan triðja tíma. 

Smyril fer at skifta motor, og hann verður eftir ætlan settur í sigling aftur um tríggjar vikur. Skipasmiðjan Mest skal gera arbeiðið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424