Æltaði sær ólógliga til USA umvegis Føroyar

Æltaði sær ólógliga til USA umvegis Føroyar
Ein 28 ára gamal maður úr Rumenia er sendur av landinum í dag. Hann hevði hvørki pengar ella stað at vera í Føroyum
Tá maðurin kemur til Íslands, stendur íslendska løgreglan fyri honum, tí hann er skuldsettur fyri stuldur har
 
20.01.2014 - 15:00

Rumenin vendi sær sjálvur til løgregluna í Havn, tá hann kom til Føroya fríggjadagin, tí hann hevði einki stað at vera. 

Maðurin hevur greitt løgregluni frá, at æltan hansara var at fara til USA at hitta eina kvinnu, sum hann hevði fingið samband við á internetinum.

Men hann fekk ikki innferðarloyvi til USA, og tí royndi hann aðar leiðir.

Vildi ólógliga inn í USA

Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini sigur, at maðurin hevur greitt frá, at eftirsum hann ikki fekk innferðarloyvi, royndi hann ístaðin at sleppa ólógliga inn í USA. 

Hann fór úr rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest, til London síðst í novembermánaði, og fáar dagar seinni víðari við flogfari til Íslands. 

Hann var í Íslandi nakrar vikur, til hann á jólum fór víðari við flogfari til Kulusuk í Grønlandi.

Umvegis Føroyar

Hann helt seg hava møguleika at sleppa til USA uttan innferðarloyvi um hann fór umvegis Kanada. Men so var ikki, og tí fór hann aftur til Íslands.

Har hitti hann onkran, sum segði, at tað bar til at koma til USA umvegis Føroyar. Tí kom hann higar fríggjadagin.

Løgreglan í Íslandi tekur ímóti honum, tá hann í dag kemur til Íslands. Hann er skuldsettur fyri stuldur har. Løgreglan í Føroyum ger ikki meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738