Árni Dahl í Vangamyndini

Árni Dahl í Vangamyndini
Hann fekk herfyri heiðursgávu landsins
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, handar Árna Dahl heiðursgávu landsins
Mynd: Bjartur V. Joensen  
 
24.01.2014 - 14:02

Gestur í Vangamyndini í Degi og Viku verður Árni Dahl, sum herfyri fekk heiðursgávu landsins.

Árni er lærari og rithøvundur og fremst í starvi hansara hava mál og bókmentir verið. Haraftrat hava Árni og Marianna, kona hansara, forlagið Fannir, ið hevur givið út ein hóp av bókum, bæði egið tilfar og fyri onnur, og uppi í tí hevur sjálvsagt verið ein hópur av ritstjórnararbeiði.

Alt hetta hevur Árni gjørt aftrat sínum starvi sum lærari fyrst á Venjingarskúlanum og síðani á Læraraskúlanum.

Vangamyndin eftir Dag og Viku kl. 19. Bogi Godtfred leggur til rættis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608