Lítlar starvslønir darva listarliga frælsið

Lítlar starvslønir darva listarliga frælsið
Játtanin til starvslønir verður so smábýtt, at tað gongur út yvir listarligu úrtøkuna av pengunum, ið verða játtaðir, heldur Oddfríður M. Rasmussen
Tær 2,9 milliónir krónurnar, sum í ár verða latnar úr Mentanargrunni landsins, eru ov smábýttar og tað fær avleiðingar á listarligu úrtøkuna av játtanini, heldur Oddfríður Marni Rasmussen
Mynd: KvF  
 
27.01.2014 - 12:47

Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundi og fyrrverandi formaður í Listasambandi Føroya, finst nú at mátanum, nevndin í Mentanargrunni landsins letur starvslønir.

Tær 2,9 milliónir krónurnar, sum vórðu latnar í ár, vórðu alt ov smábýttar og tað fær avleiðingar á listarligu úrtøkuna av játtanini, heldur rithøvundurin.

Eingin trý ára starvsløn latin í ár

Í ár varð eingin trý ára starvsløn latin, og dømi eru um fleiri listafólk, sum hava søkt um eitt ára starvsløn til eina verkætlan, men bara fingið tríggjar mánaðir.

Mátin starvslønirnar verða latnar upp á fær eisini avleiðingar fyri listarligu úrtøkuna av játtanini, og tað er ein gøla, tá játtanin til list frammanunda er so avmarkað, heldur Oddfríður Marni Rasmussen.

Loysnin, sambært Oddfríði Marna Rasmussen, rithøvunda og fyrrverandi formanni í Listasambandi Føroya, at álitið um listastuðul, sum varð gjørt í 2008, verður sett í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820