Gammeltoft-Hansen kanna løgmann og Kára P

Gammeltoft-Hansen kanna løgmann og Kára P
Hans Gammeltoft-Hansen er doktari í løgfrøði og m.a. kendur sum Fólkatingsins umboðsmaður
 
13.02.2014 - 09:08

Danski løgfrøðiprofessarin og doktarin, Hans Gammeltoft-Hansen, er settur sum kanningarstjóri at kanna Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen og Eysturoyartunnilin.

Hans Gammeltoft-Hansen, sum fyllir 70 ár um eina góða viku, var Fólkatingsins umboðsmaður frá 1987 til 2012.

Hann er millum annað kendur í Danmark fyri lut sín í Tamilmálinum og Nørrebromálinum um ófriðin á Nørrebro 18.mai í 1993.

Í 1976 gjørdist Hans Gammeltoft-Hansen doktari í løgfrøði, tá hann vardi ritgerð sína um varðhaldsfongsling.

Hann gjørdist professari í rættarvísindum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1977.

Løgtingsformaðurin hevur leitað eftir øðrum kanningarstjóra, síðani Anfinn Vitalis Hansen gavst 10.januar, tí ivi var um gegni hansara.

Kanningarstjórin skal kanna og gera frágreiðing til løgtingið, um Kári P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fyrisótu málið um Skálafjarðartunnilin á lógligan hátt.

Landsstýrismálanevndin bað um at fáa kannað sjey viðurskifti, fimm teirra eru um Kára P. Højgaard, og hini bæði um løgmann.

Í gjár kunngjørdi løgtingsformaðurin so, at Hans Gammeltoft-Hansen hevur tikið av at vera kanningarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558