Kavaódn ger um seg á Kanariuoyggjunum
Kavaódn ger um seg á Kanariuoyggjunum
Hitin, sum vanliga er 17-18 hitastig hesa árstíðina á Kanarioyggjunum, fall um vikuskiftið niður í 10 kuldastig og kavi legðist
Soleiðis sá út á Kanariuoyggjunum um vikuskiftið, tá kavaódn herjaði oyggjasamfelagið í útsynningspartinum í Spaniu
Mynd: Canariajournalen
17.02.2014 - 12:05
Sigur tú Kanariuoyggjarnar, sigur tú eisini vanliga sól, sól og aftur sól. Soleiðis hevur tó ikki verið um vikuskiftið - als ikki, tí kavi og ódnarveður hevur herjað oyggjarnar.
Myndugleikarnir á oyggjasamfelagnum í útsynningshorninum í Spaniu ráddu um vikuskiftið fólki frá at fara út fyri dyr, og vegir vórðu stongdir.
Vindferð upp í 101 km/t
Íbúgvarnir á Kanariuoyggjunum hava kortini ikki bert stríðst við nógvan kava um vikuskiftið. Í gjár, sunnudagin, var eisini nógvur vindur á oyggjunum.
Mesti vindurin varð í gjár í hvirlunum mátaður til 101 km/t í San Bartolomé de Tirajana, ið er sunnarliga á Kanariuoyggjunum.
Trø, skelti og ljóssteyrar eru farin um koll, og onkur hús hava fingið skaða í kavaódnini um vikuskiftið, skrivar canariajournalen.no.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590