Iran og USA samd: Trupult at semjast um kjarnorku

Iran og USA samd: Trupult at semjast um kjarnorku
Í dag byrja samráðingarnar um kjarnorkuætlaninar hjá Iran aftur. Andaligi leiðarin í Iran, Ali Khamenei, er ikki bjartskygdur undan samráðingunum
Andaligi leiðarin í Iran, Ali Khamenei, er ikki bjartskygdur undan samráðingunum um kjarnorkuætlanirnar hjá Iran, sum byrja í dag
 
18.02.2014 - 10:00

Hóast londini bæði eru ósamd um komandi kjarnorkuætlanirnar hjá Iran, eru Iran og USA kortini samd um, at tað verður trupult at koma til eina semju londini millum.

Ayatollah Ali Khomeini, andaligi leiðarin í Iran, gjørdi mánadagin greitt, at hann ikki hevur serligar vónir undan samráðingunum millum Iran og tey seks heimsveldini.

- Eg endurtaki, at eg ikki eri bjartskygdur undan samráðingunum, sum ikki koma at føra til nakað. Men eg eri ikki mótstøðumaður mótvegis ætlanunum, sigur hann.

Fyribils avtala undirskrivað í november

Í november mánað 2013 varð ein fyribils avtala undirskrivað, ið áleggur Iran at minka sítt kjarnorkuvirksemi komandi hálva árið. Afturfyri slaka londini fyri vestan krøvini mótvegis Iran.

Síðani fyribils avtalan varð undirskrivað í november í fjør, hava londini fyri vestan vónað, at ein langtíðarsemja um kjarnorkuætlanirnar hjá Iran kann fáast í lag, skrivar Ritzau.

Ta ferðina gingu bert fáir tímar áðrenn ein høgur, amerikanskur embætismaður royndi at minka um týdningin á fyribils kjarnorkuavtaluni við Iran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590