Tunnilsviðgerð útsett

Tunnilsviðgerð útsett
Tað verður ikki fyrr enn hósdagin í næstu viku, at løgtingið fer at viðgera størstu verkætlan í Føroya søgu, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin
 
19.02.2014 - 11:51

Fyrsta viðgerð skuldi annars vera týsdagin. Men Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at landsstýrið bað um at fáa viðgerðina flutta.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, bað fyri einari viku síðani løgtingið um loyvi til at stovna alment partafelag, sum skal byggja og eiga Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Landskassin skal seta 400 mió. kr. í partafelagið, tær fyrstu 15 milliónirnar longu í ár, og tær seinastu hálvthundrað um tíggju ár.

Harafturat kann landskassin lata í mesta lagi tíggju milliónir krónur um árið til rakstur frá tí árinum, Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu. Hetta er tað, sum Teistin kostar at reka nú.

Ætlanin er, at bummgjaldið frá í Eysturoyartunlinum skal vera við til at fíggja Sandoyartunnilin.

Mett verður, at koyrandi verður millum Eysturoynna og Streymoynna í 2018 og millum Sandoynna og Streymoynna í 2021.

Fyrsta viðgerð verður í løgtinginum hósdagin 27.februar kl.11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065