Fountainhúsið letur upp 1. apríl

Fountainhúsið letur upp 1. apríl
Fountainhúsið fer at halda til í Heinesens húsum í Havn
Súna Mørk og Súsanna Winther Poulsen saman við Bjørghild Djurhuus, forkvinnu í Trivnaðarnevndini, og Heðini Mortensen, borgarstjóra
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
26.02.2014 - 15:50

Fountainhúsið letur upp 1. apríl.

Fyrrapartin skrivaðu Súna Mørk og Súsanna Winther Poulsen fyri Fountainhúsið og Heðin Mortensen, borgarstjóri, undir sáttmála um Heinesens hús við Tinghúsvegin í Havn, har virksemið hjá Fountainhúsinum fer at halda til fyribils í eitt ár. 

Tær báðar hava longu fingið lyklarnar til Heinesens hús, og fara beinanvegin at arbeiða við innrætting og klárgerð, tí ætlanin er, at Fountainhúsið skal lata upp til 1. apríl, stendur í tíðindaskrivi frá Tórshavnar kommunu. 

Fingið tvær mió. í stuðli

Fountainhúsið fær  tvær mió. kr. í stuðli. Peningurin skal brúkast til eina royndarverkætlan at seta á stovn eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk, sum eru sálarsjúk, ella hava sálarligar trupulleikar. 

- Tá hugsað verður um týdningarmiklu uppgávuna, ið Fountainhúsið hevur at hjálpa fólkum, sum hava verið innløgd fyri sálarliga sjúku út aftur á arbeiðsmarknaðin og skapa trivnað, so hevur kommunan frá byrjan stuðlað ætlanini fult og heilt. Tað er tí gleðiligt, at kommunan kundi vera til hjálpar, eisini í mun til høliskarmarnar, og betri staðseting mitt í býnum fæst ikki, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742